Summarstarv á Kafe Kaspar

Dámar tær væl at práta við fólk og veita eina framúr tænastu? So er eitt tænarastarv hjá okkum kanska akkurát nakað fyri teg! Vit sóknast eftir tænarum til okkara hugnaligu Kafé Kaspar, at byrja skjótast gjørligt. Talan er bæði um fulltíðar, parttíðar- og vikuskiftisstørv. 

Vit bjóða
Vit bjóða eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag, og bjóðar tær inn í eitt toymi við útlærdum tænarum, har pláss er fyri at læra og mennast. T.d. riggar væl at hava starvið við síðunar av lesnaði.


Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera. 
Tú fert at skeinkja, og tí er tað ein treyt, at tú ert 18 ár ella eldri.

Setanartreytir
Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.

Umsók
Umsóknir verða viðgjørdar so leypandi. Tù søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðanfyri.

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Malan Rasmussen, leiðara, á tlf. 260203 ella við at senda ein teldupost til: kaspar.manager@hafnia.fo.

Application form