Tænarar til Kafe Kaspar

ámar tær væl at práta við fólk og veita eina framúr tænastu? So er eitt tænarastarv hjá okkum kanska akkurát nakað fyri teg! Vit sóknast eftir tænarum til okkara hugnaligu Kafé Kaspar, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðar og parttíðarstarv, alt eftir hvat hóskar til tín gerandisdag.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag, og bjóðar tær inn í eitt toymi við útlærdum tænarum, har pláss er fyri at læra og mennast. T.d. riggar væl at hava parttíðarstarvið við síðunar av lesnaði, meðan fulltíðarstarvið er millum 30-40 tímar um vikuna, alt eftir tørvi.

Vit virðismeta allarmest, at tú trívist millum fólk og hevur lætt við at smílast, sjálvt tá nógv er at gera. 

Tú fert at skeinkja, og tí er tað ein treyt, at tú ert 18 ár ella eldri.

Setanartreytir

Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.

Umsókn

Tú søkir starvið við at útfylla frymilin niðanfyri. Viðmerk gjarna um tú søkir fulltíðar- ella parttíðar starvið. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. 

Meira fæst at vita um størvini, við at seta teg í samband við Joel Needlestone, leiðara, á tlf. 520098 ella við at senda ein teldupost til: kaspar.manager@hafnia.fo.

Kafé Kaspar

Er okkara livandi kafé mitt í Havnini, har vit servera lættar rættir, leskiligar kakur og ikki at gloyma, okkara tiltiknu Kaspar beyglu.

Starvsumsókn