Tænari til Kafé Kaspar
Dámar tær væl at skapa upplivingar og veita góða tænastu? Vit sóknast eftir eldhugaðum tænara til okkara hugnaligu Kafé Kaspar at byrja skjótast gjørligt. Talan er um eitt starv í skiftandi vaktum.
Vit bjóða
Sum tænari á Kafé Kaspar, fær tú ábyrgd av at borðreiða, tæna og vegleiða gestum okkara innan matskránna. Samstundis verður tú partur av einum toymi av kokkum og tænarum, ið arbeiða saman um at veita tí bestu gestaupplivingina.
Tú verður partur av einum spennandi arbeiðsplássi og einum dugnaligum toymi, har tónin er óformellur, og vit hugna okkum saman.
Tín vangamynd
• Tú ert framsøkin og tænastusinnað/ur, hóast nógv er at gera
• Tú trívist við at arbeiða í einum toymi og fellur lættliga í prát við onnur
• Tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er líka
Tú fert at skeinkja, og tí er tað ein treyt, at tú ert fylt/fyltur 18 ár.
Setanartreytir
Setanartreytir eru sambært Gistingarhús- og matstovusáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Abeiðsgevarafelag.
Umsókn
Tú søkir starvið við at útfylla frymilin niðanfyri her.
Starvið verður sett skjótast gørligt. Umsóknarfreistin er 24. septembur 2023.
Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við leiðaran á Kafé Kaspar Maluna Rasmussen á tlf. 260203 ella teldupost kaspar.manager@hafnia.fo.